Argentina vann í gjár týdningarmiklan 3-0 sigur á Kolumbia í HM 2018 undankappingini. Eftir dystin var dramatikkur, tá Lionel Messi kunngjørdi, at landsliðið ikki er sinnað at tosað við fjølmiðlarnar longur.
Tað hendir eftir, at ein ítróttarjournalistur hevði ført fram, at Ezequiel Lavezzi var avsettur, tí hann hevði roykt hasj. Hesum vilja spælararnir hjá Argentina ikki finna seg í.
Eftir dystin møttu allar spælararnir á tíðindafundinum. Liðskiparin, Lionel Messi, tók orðið og segði, at teir ikki vildu tosa við fjølmiðlarnar aftur fyribils. Hann legði tó dent á, at øll tíðindafólkini vóru ikki í sama báti, men at hetta var neyðugt fyri at steðga slíkum søgum.
Lionel Messi spældi annars sjálvur ein ótrúligan dyst. Hann skoraði eitt framúr fríspark og legði upp til hini bæði málini í 3-0 sigrinum á Kolumbia. Argentina er nakað kroyst í undankappingini, men nú á fjórða plássi.