Messi nógv bestur í Europa

Hetta ger Messi til greiðasta vinnaran nakrantíð, og tað var væl heldur ikki annað enn væntandi eftir eitt kappingarár, har Messi var stjørnan á einum Barcelona-liði, sum vann tað, sum vinnast kundi.

Dominansurin hjá Barcelona verður eisini undirstrikaður av, at Xavi, Iniesta og Eto´o allir vóru partur av top-5. Cristiano Ronaldo gjørdist annars nummar tvey við 233 atkvøðum.