Messi meistarligt met

Fótbóltur: Heimsins besti fótbóltsleikari, Lionel Messi, hevur nú skotið flest mál nakrantíð fyri FC Barcelona

Við einum hattrikki í dystinum setir Lionel Messi nýtt met í FC Barcelona. Hann hevur nú skotið 234 mál í reyð-bláa búnanum, og er tað fleiri enn nakar annar leikari hevur gjørt fyri felagið. Cesar Rodriguez átti gamla metið við 232 málum.
Messi, sum hevur skotið 54 mál í hesum kappingarárinum, brúkti bara 314 dystir at skora tey 234 málini. Cesar Rodriguez brúkti 354 dystir at skora síni 232 mál.
Við 5-3-sigrinum er FC Barcelona nú fimm stig aftanfyri Real Madrid, men oddaliðið úr høvuðsstaðnum hevur møguleikan at økja um munin til átta stig aftur, tá ið teir í kvøld vitja Villarreal.