Messi: Mbappe og Haaland fara at vinna Ballon D'or

Hesaferð vann tann gamli á teimum ungu. Men teir fara sambært Lionel Messi at vinna Ballon D'or í nærmastu framtíð

36 ára gamli argentinski heimsmeistarin, Lionel Messi vann Ballon D'or í harðari kapprenning við 23 ára gamla, Erling Haaland og 24 ára gamla, Kylian Mbappe.

 

Hetta er áttanda ferðin Messi vinnur prestisjufulla gullbóltin.

 

Í takkarrøðuni slóg Messi fast, at Mbappe og Haaland koma skjótt at vinna gullbóltin.

 

- Erling hevði uppiborið at vunnið. Hann vann bæði Champions League, Premier League og FA Cup, og gjørdist samanlagdur toppskjútti, segði Messi um Haaland.

 

Millum tey sum atkvøddu gekk tað fram, at tað var HM-gullið hjá Argentina sum Messi átti stóran lut í, ið koppaði atkvøður til hansara fyrimun, tá hann vann Ballon d'or hesaferð.