Í dag gjørdist tað greitt, at 30 ára gamli argentinski áleyparin, Lionel Messi leingir sáttmálan við FC Barcelona til 2021. Hetta boðar FC Barcelona frá á heimasíðu sínari.
Í 2021, um skaðar ikki darva Lionel Messi verið partur av besta liðnum hjá FC Barcelona í 17 ár. Tað eru 4.788 dagar síðani Lionel Messi fekk sína debut á besta liðnum hjá FC Barcelona.
Lionel Messi hevur spælt 602 dystir fyri besta liðið hjá FC Barcelona, og hevur ikki skorað færri enn 523 mál fyri FC Barcelona. Síðani 2004 hevur Lionel Messi vunnið heili 30 heiti við FC Barcelona.
Nýggi sáttmálin Lionel Messi hevur gjørt við FC Barcelona hevur eitt virðið uppá ikki minni enn 5,5 miljardir í okkara peningi.
Lionel Messi hevur mangan sagt, at hann ynskir at enda fótbóltsyrkisleiðina í barndómsfelagnum í Buenos Aires í Argentina, Newell´s Old Boys: - Eg havi eitt ynskið um at spæla fyri Newell´s Old Boys. Tað er tað, sum eg droymdi um sum barn, segði Lionel Messi við argentinskt sjónvarp, sambært SkySports.
Í 2021 verður Lionel Messi 34 ára gamal.
.