Lionel Messi hevur fingið tríggjar mánaðar altjóða leikbann, eftir at hann í farna mánaði vildi vera við, at Copa America er korrupt.
Argentina spældi ímóti Chile um 3. plássið í kappingini, og Messi, ið varð sendur av vøllinum fyri samanbrest við Gary Medel, segði aftaná dystin, at dystirnir í Suðuramerikanska meistaraheitinum vóru skipaðir til fyrimuns fyri Brasil.
Conmebol, ið er suðuramerikanska fótbóltssamgongan, tók síðani avgerð at geva Messi tríggjar mánaðar leikbann umframt 50.000 dollarar í bót.
Argentina fótbóltssambandi fanst eisini at dømingini í kappingini. Aftaná tapið móti Brasil gjørdi argentinska fótbóltssambandi vart við "ógvisligar og ófantaligar dómarafeilir".
Conmebol vísti atfinningunum aftur og kallaði tær "vantandi virðing" fyri fótbóltssamgonguni.
Bannið hjá Messi er tó ikki líkt til at hava ta heilt stóru ávirkan. Argentinsku dystirnir í undankappingini til HM í 2022 byrja ikki fyrr enn í mars í 2021, og tá er leikbannið av.