Tað er óvist um fyrra hálvfinalan í Champions League verður við ella uttan Lionel Messi, tá Bayern Munchen og Barcelona í kvøld bresta saman á Allianz Arena í Munchen.
Argentinski bóltsnillingurin á Barcelona liðnum hevur sitið uttanfyri seinastu tríggjar dystirnar við fiburskaða. Í Barcelona vóna tey, at trífaldi FIFA Ballon dOr vinnarin verður tøkur, men tað er framvegis óvist sambært Jordi Roura, hjálparvenjara í Barcelona.
- Eg kann ikki geva eitt endaligt svar. Seinastu dagarnir hava gingið væl og vit hava eina góða kenslu av, at hann spælir, segði Jordi Roura á tíðindafundi í gjár.
Lionel Messi var ikki við, tá Barcelona eftir tógvið stríð vann 1-0 á Levante á heimavølli um vikuskiftið. Liðið er ikki tað sama uttan Lionel Messi, men í Barcelona trúgva tey upp á at liið kann klára seg uttan bóltsnillingin.
- Vit hava vunnið týdningarmiklar dystir uttan Messi, men tað er týdningarmikið, at hann er við á liðnum, leggur Jordi Roura afturat.
Fyrra hálvfinalan millum Bayern Munchen og Barcelona verður í kvøld klokkan 19.45.










