Messi ikki uppborið heiðurin

Diego Maradona heldur ikki, at Lionel Messi hevði uppiborið at fáa gylta bóltin í HM-endaspælinum

 

 

Lagið var einki serligt, tá Lionel Messi eftir taptu finaluna móti Týsklandi fór eftir gylta bóltinum. Gylti bólturin er annars tekin um, at Messi varð kosin sum besti spælarin í HM-endaspælinum, men Diego Maradona er alt annað enn samdur við teimum, sum hava latið Messi heiðurin.

 

Maradona vann sjálvur gylta bóltin í 1986, tá hann leiddi Argentina til HM-heitið, og hóast hann hevði vónað, at Messi kundi gera tað sama í ár, so dugir hann ikki at síggja, at Messi var besti spælarin í kappingini.

 

- Eg vil gera alt fyri Leo, men tá marknaðarfólk vilja hava hann at vinna nakað, sum hann ikkii hevur uppiborið, er tað ikki rættvíst. Og eg sá týðiliga, at hann ikki hevði serliga góðan hug at fara upp eftir virðislønini, segði Maradona í sjónvarpssendingini, De Zurda, har hann hevur havt fast skíggjapláss í HM-endaspælinum.

 

Maradona heldur sjálvur, at tann spælarin, sum av røttum skuldi fingið gylta bóltin, er James Rodriguez úr Columbia, sum við seks málum í fimm dystum gjørdist toppskjútti í HM-endaspælinum.