Teir fyrstu dystirnir í 5. umfari í bólkaspælinum í Champions League hava verið í dag. Sevilla vann 3-0 á FCK, sum nú er úti av evropeiskum fótbólti, meðan Juventus ikki kann koma víðari í hesi kappingini. Chelsea tryggjaði sær víðari luttøku.
Bólkur E:
Chelsea hevur við 2-1 sigri á eysturríska FC Salzburg vunnið sær pláss í endaspælinum. Tað var ikki bara beint fram hjá Garham Potter og hansara monnum. Mateo Kovacic legði Chelsea á odda, men Chukwubuike Adamu javnaði fyri heimaliðið, áðrenn Kai Havertz smekkaði bóltin í málið til 2-1 eftir 64 minuttir.
AC Milan vann greiðan sigur á Dinamo Zagreb. Tað bleiv til 4-0 og tað verður ein finala á San Siro millum AC Milan og FC Salzburg um hvør fylgir Chelsea víðari.
FC Salzburg – Chelsea 1-2
Dinamo Zagreb – AC Milan 0-4
1: Chelsea 10
2: AC Milan 7
3: FC Salzburg 6
4: Dinamo Zagreb 4
Bólkur F:
Real Madrid tapti fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum, men fekk óvæntaða hjálp frá Celtic, sum fekk sítt annað stig í kappingini. RB Leipzig vann 3-2 á Real Madrid, sum er víðari hóast ósigurin, tí Celtic tó stig frá Shakhtar Donetsk, sum annars hevði ein kempi møguleika at vinna dystin.
Tað verður ein sonn finala í sætta og seinasta umfarinum í bólkaspælinum, tí vinnur Shakhtar Donetsk á RB Leipzig, so eru teir betri innanhýsis og koma víðari.
Celtic – Shakhtar Donetsk (20.00)
RB Leipzig – Real Madrid (20.00)
1: Real Madrid 10
2: RB Leipzig 9
3: Shakhtar Donetsk 6
4: Celtic 2
Bólkur G:
Tað var eitt ungt eykaliðið hjá FCK, sum tapti 3-0 móti Sevilla í Spaina í dag. Heimaliðið kom á odda 1-0 og so royndi FCK at svara aftur, men tað endaði við at Sevilla fór upp á 3-0. Umframt tað fekk verjuspælarin Davit Khocholava beinleiðis reytt kort, fyri at traðka á Isco. FCK endar nú aftast í bólkinum og tí er ongin evropeiskur fótbóltur á skránni eftir vetrarsteðgin.
Tey flestu væntaðu undirhald í Dortmund, men tað bleiv til málleysan javnleik. Hetta var ein Erling B. Haaland, sum kom aftur á gamlar gøtur, men hann fór av vøllinum við fepri, segði Pep Guardiola, venjari hjá Manchester City, eftir dystin. City er víðari sum nummar eitt, og Borussia Dortmund sum nummar tvey.
Sevilla – FCK 3-0
Borussia Dortmund – Manchester City 0-0
1: Manchester City 11
2: Borussia Dortmund 8
3: Sevilla 5
4: FCK 2
Bólkur H:
Gamla daman, sum Juventus eisini verður nevnt, kann ikki longer koma víðari í Champions League. Tað er kreppa í italska stórfelagnum, sum tapti 4-3 móti Benfica, sum er víðari saman við PSG, ið vann heili 7-2 á Maccabi Haifa. Lionel Messi og Kylian Mbappé skoraðu tvey í part, hartil legði Lionel Messi upp til tvey av málunum.
PSG – Maccabi Haifa 7-2
Benfica – Juventus 4-3
1: PSG 11
2: Benfica 11
3: Juventus 3
4: Maccabi Haifa 3