Messi helst til Premier League

Premier League: Nógv bendir á, at Lionel Messi verður at síggja í Premier League komandi kappingarár

Fyrr í vikuni boðaði Lionel Messi frá, at hann ikki ynskir at halda fram í FC Barcelona. Hann hevur verið í felagnum síðani hann var 13 ár, men nú hevur 33 ára gamli bóltsnillingurin, sum sjey ferðir er kosin til heimsins besta spælara, fingið nokk av óskilinum í katalanska stórfelagnum.

Síðani hevur verið dúgliga gitt hvar Lionel Messi fer at spæla komandi kappingarár. Tað er ein stórur favorittur at fara avstað honum. Tað er Manchester City, ið hevur Pep Guardiola sum venjara. Hartil eru fólk í leiðsluni í felagnum, sum eisini hava verið í FC Barcelona og kenna til Lionel Messi.

Pep Guardiola var venjari hjá Lionel Messi frá 2008 til 2012 í FC Barcelona. Bretskir miðlar siga seg við, at umboðsmaðurin hjá Lionel Messi, pápin Jorge Messi, er í Manchester til samráðingar við Manchester City.

Onnur feløg, sum eru nevnd, eru Paris Saint Germain úr Fraklandi og Inter Milan úr Italia. Øll trý feløgini hava tað til felags, at eigararnar eru ótrúliga ríkir. Tað eru ríkfólk úr Abu Dhabi, Katar og Kina, sum eiga hesi trý feløgini.

Í Newell’s Old Boys droyma tey um at fáa Lionel Messi heim aftur til barndómsfelag. Viðhaldsfólk savnaðust í gøtunum og vístu sín stuðul til Lionel Messi, sum fyrr hevur sagt, at hann ætlar at spæla í felagnum áðrenn hann gevst.

Ein annar møguleiki er, at FC Barceloan klárar at yvirtala núlivandi og spælandi lengduna at halda fram í felagnum. Marca skrivaði í gjár, at sitandi og nógv útskeldaði forsetin, Josep Bartomeu, hevur boðið at leggja kongin, men bara um Lionel Messi heldur fram í felagnum.