Í hesum døgum verður arbeitt við at leingja sáttmálan millum argentinska landsliðsspælaran, Lionel Messi og felag hansara, FC Barcelona.
Og tað er ikki smávegis upphæddir talan er um. Sambært europeiskum fjølmiðlum, so fer Lionel Messi at fáa eina ársgrundløn, sum liggur um 80 miljónir krónur í okkara peningi. Omaná hetta koma allar bonusskipanir, lýsingaravtalur o.s.fr.
Í tí komandi sáttmálanum millum FC Barcelona og Lionel Messi verður eisini ein klausulur, sum sigur, at um Messi skal seljast, so skal hann ikki seljast fyri eina upphædd, sum er minni enn 300 miljónir evrur - tað eru góðar 2,3 miljardir krónur í okkara peningi.
Mett verður, at tað er bara enska felagið, Manchester City, ið kann útvega so nógvan pening.
Lionel Messi megnar tó ikki at kappast við tann klausulin, sum Real Madrid spælarin, Christiano Ronaldo hevur. Christiano Ronaldo hevur ein klausul, sum sigur, at Real Madrid skal ikki selja hann fyri eina minni upphædd, enn eina miljard evrur.