Messi er tann best lønti fótbóltsspælarin

Kenda franska fótbóltsblaðið, France Football hevur kunngjørt eitt yvirlit, sum vísir hvørjir fótbóltsspælarar hava ta størstu inntøkuna í heiminum.

 

Argentinski Barcelona-spælarin, Lionel Messi er á odda við einari ársløn uppá 33 miljónir evrur. Messi er farin fram um David Beckham, sum hevur eina ársløn, sum svarar til 30,4 miljónir evrur.

 

Á triðja plássi er portugisiski, Christiano Ronaldo, sum hevur eina ársløn uppá 30 miljónir evrur. Brasilski liðfelagin hjá Ronaldo, Kaka hevur eina ársløn uppá 18,8 miljónir evrur.

 

Best lønti fótbóltsspælarin í ensku liguni, er argentinski Carlos Tevez. Sambært NRK hevur Tevez eina ársløn, sum svarar til 120 miljónir norskar krónur. Sambært NRK er Inter-venjarin, José Mourinho best lønti venjarin í heiminum. Mourinho hevur eina ársløn, sum svarar til 104 miljónir norskar krónur.