Lionel Messi er aftaná sigurin í Copa America kappingini við Argentina mest vinnandi fótbóltsleikarin nakrantíð.
37 ára gamli, Lionel Messi hevur nú vunnið 45 heiti í landsliðsfótbólti og í felagsliðsfótbólti.
Messi hevur tikið metið frá gamla brasilska liðfelaganum í tíðini í FC Barcelona, Dani Alves.
Tey flestu heitini hevur Messi vunnið við FC Barcelona, ið hann hevði sáttmála við millum 2000 og 2021.
Við FC Barcelona vann Messi Champions League fýra ferðir.
Við Argentina hevur Messi vunnið HM í 2022, og Copa America á tveimum sinnum.