Messi er ónøgdur: Leiðslan er ein vanlukka

Video: Lionel Messi boðaði í dag frá í sjónvarpssamrøðu, at hann heldur fram í FC Barcelona, men er avbera ónøgdur

Framhaldssøgan um skilnaðin millum Lionel Messi og FC Barcelona er komin til endan á fyrsta kapittul. Í sjónvarpssamrøðu, sum kann síggjast niðast í greinini við enskum undirteksti, boðar 33 ára gamli argentinin frá, at hann heldur fram í FC Barcelona í eitt ár afturat.

Lionel Messi hevur annars boðað frá, at hann ynskti úr felagnum, men hann sleppur ikki úr sáttmálanum uttan at onkur vil gjalda upp til fimm milliardir krónur fyri hann. Í samrøðuni greiðir hann frá støðuni og langar út eftir leiðsluni og forsetanum, Josep Bartomeu.

- Eg var ikki glaður og vildi víðari. Tað havi eg ikki fingið lov til, so eg verið verandi í felagnum, fyri at tað ikki skal enda við sakarmáli. Leiðslan hjá felagnum við Bartomeu á odda er ein vanlukka, sigur hann við goal.com og leggur afturat:

- Sannleikin er, at tað hevur ikki verið nakað projekt í longri tíð. Leiðslan kemur bara við lappaloysnum og letur bara standa til. Eg verið verandi, tað ikki endar í sakarmálið millum meg og mítt lívfelag, sigur Lionel Messi.

 ##med2##

Seks-faldi Ballon d’Or vinnarin og legan hjá honum hava allatíð víst á, at Lionel Messi hevur frítt at fara á hvørjum ári. Felagið svarar aftur, at tað stendur í sáttmálanum at hann skal boðað frá áðrenn 10. juni. Hetta heldur Lionel Messi lítið um, tí við koronasteðginum ger at alt er forskotið.

- Í leypi av hesum árinum havi eg fortalt forsetanum, at gjarna vil skifta og royna nýggjar leiðir í míni yrkisleið. Hann hevur allatíð sagt, at vit skulu tosa um tað, men tað hendir einki. Hann hevur ikki hildið tað, ið hann hevur lovað, sigur Lionel Messi.

Bóltsnillingurin leggur afturat, at ætlar at geva alt tað hann eigur fyri felagið, men at hann bara er í felagnum, tí hann ikki sleppur víðari. Hann nevnir fleiri ferðir í samrøðuni, at hann er vónbrotin av viðferðini av leiðsluni og ávísum fólkum, ið hava sett spurnartekin við loyalitetin hjá honum. Eftir 20 ár í FC Barcelona heldur Lionel Messi, at tíðin er komin til at báðir partar koma víðari.

Hetta var so tað fyri hendan kapittulin í kærleikssøguni millum Lionel Messi og FC Barcelona. Í morgin er ein nýggjur dagur og tað sannlíkt, at fjølmiðlarnir verða á tremur við søgum um hvat hendir nú. Viðmaðurin, Luis Suarez verður helst seldur til Juventus, har hann skal spæla saman við Cristiano Ronaldo.