Á sætta sinni er argentinski bóltsnillingurin, Lionel Messi valdur til ársins spælara í Primera Division, ella La Liga, sum spanska ligan verður nevnd millum manna.
Lionel Messi vann heiðurin frammanfyri portugisiska Cristiano Ronaldo. Tað er spanska tíðindastovan AFP, sum stendur fyri atkvøðugreiðsluni um ársins spælara í Spania.
Við spanskar miðlar segði Messi um sættu virðislønina: - Eg eri stoltur av aftur at hava fingið hesa virðislønina, tá ein hugsar um hvussu nógvir góðir fótbóltsspælarar eru í La Liga. Eg dedikeri hesa virðislønina til sonin hjá mær, Thiago, sjálvt um hann er so lítil, at hann veit ikki hvat tað gongur út uppá, segði ein fegin Lionel Messi.
Lionel Messi kappast annars við Cristiano Ronaldo og Neymar um at vinna Ballon d´Or, heiðurin at gerast heimsins besti fótbóltsspælari.










