Messi er aftur heimsins besti

Sum nakað nýtt, so eru heitini ?FIFA World Player of the Year? og ?Ballon d?Or? løgd saman til heitið; ?FIFA Ballon d?Or.? Men fyri Lionel Messi kann tað gera akkurát tað saman, tí í fjør vann hann bæði heitini og tí er ilt at seta nakran fingur á, tá onkur sigur at Lionel Messi er heimsins besti fótbóltsleikari.

 

Tað var venjarin hjá Lionel Messi í Barcelona, Josep Guardiola, ið fekk heiðurin at avdúka vinnarin á stórum gallashow í Zurich.

 

Ársins lið var eisini avdúkað:

 

Iker Casillas, Gerard Pique, Carles Puyol, Maicon, Lucio, Xavi, Andres Iniesta, Wesley Sneijder, Lionel Messi, Cristiano Ronaldo og David Villa.

 

Real Madrid venjarin, José Mourinho, vann heitið sum ársins venjari frammanfyri Vicente del Bosque(Spanskur landsliðsvenjari) og Josep Guardioal(Barcelona).

 

Hjá kvinninum var tað enn eina ferð brasilska, Martha, ið vann heiðurin sum heimsins besti kvinnuligi fótbóltsspælari. Tað er heili fimtu ferð, at hon vinnur heiðurin.