Messi eisini heimsins besti

Tað eru landsliðsvenjarar og -liðskiparar, sum greiða atkvøðu hjá FIFA, og eins og hjá France Football herfyri, fall valið á Lionel Messi. Og aftur hesa ferð framman fyri Cristiano Ronaldo, sum í fjør vann heiðurin.

Hinir tríggir, sum vóru í uppskoti, vóru liðfelagarnir hjá Messi, Xavi og Iniesta, umframt Kaka, sum spælir í Real Madrid.

- Vit eru júst lidnir við eitt søguligt ár. Eitt perfekt ár, har vit vunnu allar kappingar, sum vit tóku lut í. Okkum tørvaði at taka hetta seinasta stigið, og alt hevur bara gingið eftir vild, segði Messi, tá hann tók ímóti steypinum.