Messi dømdur fongsulsrevsing

Sambært fleiri útlendskum miðlum hevur Lionel Messi fingið fongsulsdóm áljóðandi 21 mánaðir.

Útlendskir miðlar sum BBC og Sky Sports vilja vera við, at argentinska superstjørnan, Lionel Messi, er dømdur 21 mánaðir langa fongsulsrevsing.

 

Orsøkin er, at Messi er blivin dømdur fyri skattasvik. Eisini er pápi hansara, Jorge Messi, dømdur inn at sita av somu orsøk.

 

Sambært ákæranum hava feðgarnir Messi nýtt skattaskjól í Belize og Uruguay. Samanlagt eru teir ákærdir fyri at hava snýtt fyri eini 40 milliónir.

 

Fyrilit skal tó takast fyri, at dómurin er ikki meira enn treytaður, tí at Lionel Messi hevur reina revsiváttan undan hesari hendingini. Í Spania er lógin tann, at dómar, ið eru minni enn tvey ár, verða sagdir at vera treytaðir.

 

Lionel Messi sjálvur sigur, at hann veit onki um, at hann hevur snýtt í skatti, skrivar BBC.