Lionel Messi kann koma aftur frá skaða fyri Barcelona í Copa del Rey dystinum móti Getafe í annaðkvøld.
26 ára gamli Messi hevur verið úti við einum lyskenskaða síðani 10. november, men er við í hópinum til fyrra dyst í 16. parts finaluni.
Messi kemur aftur beint undan sera avgerandi dystinum móti Atletico Madrid sunnudagin.
Barcelona førir La Liga, men bert við betri málmuni enn Atletico Madrid, bæði liðini hava 49 stig fyri 18 dystir.
Messi hevur veriå nógv skaddur í 2013, og seinasti skaðin kom, tá hann mátti halta út úr 4-1 sigrinum móti Real Betis.
Hann var upprunaliga viðgjørdur í Barcelona, men slapp heim til Argentina beint áðrenn jól til víðari viðgerð.
Hann kom aftur til Spania beint eftir nýggjár, men var ikki klárur til sigurin móti Elche sunnudagin.