Messi bjargaði aftur Barcelona

Lionel Messi var einsamallur málskjútti, tá Barcelona í kvøld vann á Atletico Madrid

Barcelona vann í kvøld fyrru fjórðingsfinaluna í sponsku steypakappingini móti Atletico Madrid. Lionel Messi skoraði einsamalla málið í dystinum, tá hann brendi brotsspark, men sendi returin í mál.

 

Les eisini: Blóð og ballada á Camp Nou

 

Diego Simeone, venjari hjá Atletico Madrid, hevði tikið við læru frá La Liga uppgerðini móti Barcelona fyri hálvari aðru viku síðan, tá katalanska felagið vann 3-1. Hesa ferð var liðið meiri kompakt og Barcelona hevði torført við at spæla seg til nakrar møguleikar.

 

Avgerðin kom seint í seinna hálvleiki, tá Barcelona fekk brotsspark. Dómarin metti, at Sergio Busquets bleiv feldur í brotsteiginum. Lionel Messi tók sær av brotssparkinum, sum málverjin bjargði, men Lionel Messi var fystur eftir returin, og sendi hann í mál.

 

Dysturin var eins landskappingaruppgerðin merkt av intensiteti, og dómarin hevði eina torføra uppgávu at loysa.

 

1/4 finlaur Copa del Rey:

Barcelona – Atletico Madrid 1-0

1-0         Lionel Messi, 85 br

Villareal – Getafe 1-0

1-0         Bruno Soriano, 85

Malaga – Athletic Bilbao 0-0

 Í morgin:

Espanyol – Sevilla (21:00)