Barcelona spældi í gjár javnleik 1-1 á útivølli móti Villarreal. Lionel Messi bjargaði Barcelona eitt stig í evstu løtu, tá hann sendi eitt beinleiðis fríspark í mál. Hóast talan var um framúr fríspark, so hjálpur tað lítið í stríðnum um landskappingargullið.
Talan er um tvey tapt stig fyri Barcelona, tí Real Madrid vann leygardagin. Teir hvítu úr Madrid eru flúgvandi og eru nú ajavnt metinum fyri flestar dystir uttan tap fyri eitt spanskt lið. Eitt met, sum Barcelona hevur.
Tað hevur gingið óvanliga væl hjá Real Madrid, eftir at Zinedine Zidane tók við sum venjari fyri einum ári síðani. Liðið hevur í løtuni ikki tapt í 43 dystum upp í slag. Real Madrid kann taka metið, um teir ikki tapa fyri Sevilla komandi vikuskifti.
Úr Barcelona hevur ljóðað, at Manchester City er í holt við at keypa Ivan Rakitic. 28 ára gamli miðvallarin úr Kroatia var ikki í hópinum hjá Barcelona í gjár, men Sky Sport skrivar í dag, at tað er ósannlíkt at hann verður seldur.
1
16
31
40
2
17
15
36
3
17
25
35
4
17
17
31
5
17
14
30
6
17
3
29
7
17
3
27
8
17
3
24
9
17
-4
24
10
17
0
23
11
17
-2
23
12
17
-2
22
13
17
-3
21
14
17
-9
21
15
17
-5
17
16
17
-16
16
17
15
-8
12
18
17
-17
12
19
17
-24
9
20
16
-21
7
(Livescore.com)