Lionel Messi hjá Barcelona varð í gjárkvøldið heiðraður sum besti spælarin í Europa. Talan var um atkvøðugreiðslu, sum UEFA skipar fyri, og varð heiðurin lætin, tá lutakast var til bólkaspælið í Champions League í gjár. 22 ára gamli Messi var ein av mest týðandi spælarunum hjá Barcelona, sum vann bæði lands- og steypakapping í Spania umframt Champions League. Til samans stóð hann fyri 38 málum fyri Barcelona seinasta kappingarár, og tað er eingin ivi um, at hann er ein av stórfavorittunum til gylta bóltin, sum France Football letur seinni í ár.










