Messerschmidt vil aftur á Fólkating

Morten Messerschmidt, ES-tinglimur fyri Dansk Folkeparti, hevur í dag kunngjørt, at hann ætlar sær at stilla upp til komandi fólkatingsval. Tað skrivar Ritzau tíðindastovan. 


37 ára gamli Morten Messerschmidt er ein av best dámdu politikarunum í donskum politikki og setti hann í 2014 danskt atkvøðumet, tá hann bleiv valdur í Evropaparlamentið við 465.758 persónligum atkvøðum. Men nú er hann klárur at venda aftur til danskan politikk.


- Í fleiri ár havi eg havt gott samband við leiðsluna fyri lokalfelagið í Fredensborg og kenni dyggan stuðul frá teimum. Tí bjóði eg meg fram sum valevni til sessin sum fólkatingslim, sigur hann í skrivligari viðmerking til Ritzau, men leggur dent á, at tað eru limirnir, ið skulu velja valevnið. 


Morten Messerschmidt sat á Fólkatingi fyri Dansk Folkeparti frá 2005 til 2009, men lat hann sessin frá sær, tá hann tók sæti í Evropaparlamentinum.


Val verður í seinasta lagi til Fólkatingið 17. juni 2019.