Messerschmidt til Føroya

Danski politikarin Morten Messerschmidt kemur í næstum til Føroyar í samband við árliga Fólkafundin.

Tá árligi fólkafundurin fer av bakkastokki í høllina á Nabb 18. og 19. september, verður tað við einum av donsku topppolitikarunum sum gesti.


Fyrireikararnir hava nevniliga bjóðað toppskoraranum til danska ES-valið, Morten Messerschmidt úr Dansk Folkeparti, til Føroya. 


Morten Messerschmidt er 34 ára gamal, men hevur longu ognað sær drúgvar politiskar royndir. Fyrstu árini sum fólkatingsmaður, men síðstu árini í Evropatinginum. 


Á valinum til Evropatingið í fjør fekk hann 465.758 atkvøður, sum tað er hægsta atkvøðutal, ið nakar danskur politikari hevur fingið. Danski Fólkaflokkurin gjørdist størsti flokkur á valinum, og Messerschmidt hevur brúkt sessin til at vera sera atfinningarsamur móti førda politikkinum og gongdini í Evropeiska Samveldinum. Danmark hevur eftir hansara tykki flutt alt ov nógv vald niður til Brússel, og neyðugt er tí at flyta vald aftur í Fólkatingið.


Á Fólkafundinum verður ein longri samrøða við eyðsýnda politikaran við hvøssu áskoðanunum.