Ákærumyndugleikin hevur nú gjørt av ikki at kæra fríkenningina til landsrættin.
Tað sigur Morten Messerschmidt sjálvur við Ritzau, eftir at hann nú seinnapartin hevur tosað við sakførara sín.
Somu boð koma frá ákærumyndugleikanum.
Formaðurin í Danska Fólkaflokkinum varð fyri tveimum vikum síðani í Rættinum á Frederiksberg fríkendur fyri ákærur um ES svik og skjalafalsan.
– Eg havi um jólini hugsað, at tað kundi verið, at málið skuldi koyrast umaftur í landsrættinum. Tað hevur tyngt met at skula ganga og hugsa um tað, sigur Morten Messerschmidt.
– Men nú kann eg endiliga gleða meg yvir, at Meld- og Feld-málið endaliga er lukkað. Bæði fyri meg og failju mína, men eisini fyri Danska Fólkaflokkin. Tað eru meira enn sjey ár síðani, at málið byrjaði.
Avgerðin hjá ákærumyndugleikanum kemur, at eftir at tey hava nærlisið dómin.
– Avgerðinr byggir millum annað á eina gjøgnumgongd av grundunum fyri dóminum og prógvini eins og gongdina í málinum – ikki minst eftir ákæruna, sum førdi til tvey rættarmál í býarrættinum, sigur Jens-Christian Bülow, statsadvokautur hjá Statsadvokaten for Særlig Kriminalitet, í tíðindaskrivi.
/ritzau/











