Messerschmidt: DF eigur at stuðla reyða blokkinum

Um so er, at hann vinnur meirilutan til fólkatingsvalið

Um reyðu flokkarnir í donsku politikki vinna meirilutan til komandi fólkatingsval, so eigur Dansk Folkeparti at vera stuðulsflokkur hjá Mette Frederiksen og Socialdemokratinum. Tað metir Morten Messerschmidt, ið eftir fleiri ár í ES-tinginum, stillar upp fyri Dansk Folkeparti til fólkatingsvalið.


Tað er ikki tí, at politikkurin hjá Dansk Folkeparti og Socialdemokratinum líkist so nógv, at Morten Messerschmidt heldur at eitt samstarv er ein gongd leið, men byggir tilmælið á eitt ynski, um at halda Radikalt Venstre burtur frá allari ávirkan.


Tað er í eini grein í Politiken, at fólkatingsvalevnið hjá Dansk Folkeparti útgreinar sína hugsan um evnið.


- At skúgva Radikale Venstre burtur frá valdinum er eitt mál í sjálvum sær, ger Morten Messerschmidt grett í greinini í Politiken.


Tað er eingin loyna, at Morten Messerschmidt ikki hevur nógv til yvir fyri Radikalt Vestre. Áður hevur hann millum annað sagt, at eingin fer at klaga, um flokkurin hvørvur úr donskum politikki.


Tað var í endanum av mai mánað, at Morten Messerschmidt kunngjørdi, at hann ætlar sær aftur á Fólkating. Hann hevði sæti á Fólkatingið frá 2005 til 2009, men lat sessin frá sær, tá hann bleiv valdur í Evropaparlamentið fyri Dansk Folkeparti. Og í 2014 setti hann danskt atkvøðumet, tá hann bleiv valdur í Evropaparlamentið við 465.758 persónligum atkvøðum.


Val verður í seinasta lagi til Fólkatingið 17. juni 2019.