Messell vann Band Battle

Leygarkvøldið vann føroyski tónleikarin Terji Messell eina tónleikakapp-ing í Danmark.
Kappingin kallaðist Band Battle og var hildin í Aalborg. Í bólkinum »Årets Nordjydske Singer/ songwriter« gjørdist Terji Messell vinnari. Tað vóru DMF (Dansk Musiker Forbund) og spælistaðið Skråen í Aalborg, sum skipaðu fyri kappingini.
Terji Messell, sum seinnu árini hevur búð í Danmark og virkað sum tónleikari har, vann 5000 krónur og onkrar konsertframførslur. Harafturat fær hann nógva umtalu av kappingini.