Messell og kaktussurin

Maðurin, ið berir heitið ársins singer/songwriter í Norður Jútlandi føroyski Messell fer hósdagin á pallin í Kaktussen í Aalborg. Hetta er partur av tiltakinum Write Night, ið verður hildið einaferð um mánaðin.

Tá Write Night er fara nakrir sangarar og lagskrivarir á pallin, at framfør egin løg. Henda hósdagin luttaka umframt Messell, Michael Marino, Vibeke Miss ARECA, Lasse Bomann, Steffen Birkø og Peter Larsen.

Messell gjørdist heimskendur í Føroyum, sum helvtin av maður:glotti og gav tvær fløgur út við hesum bólki. Sum einstaklingur hevur Messell eisini roynt seg á fløguni Uninhibited og stakfløguni Messel.
Um man ikki er í Aalborg hóskvøldið, men fegin vil hoyra Messell live, ber til at vitja heimasíðuna hjá honum, har liggja fleiri videoklipp av konsertum við honum.
                                                                                                                  
nud