Savnsfløgan við bestu Malurt løgunum varð givin út hósdagin 15. september. Hetta er júst dagurin, tá 25 ár vóru liðin síðan fyrstu Malurt fløguútgávuna Kold Krig. Á fløguni eru tey 21 mest minniligu løgini hjá bólkinum, umframt ein bonus DVD við nógvum upptøkum, ið ongantíð eru sæddar áður. Malurt uttan Messell hildu hósdagin útgávukonsert í einum útseldum Vega í Keypmannahavn.
Dia Nielsen man vera ein tann føroyingurin, ið hevur gjørt mest um seg í donskum tónleiki. Bólkurin Malurt við karismatiska sangaranum Michael Falck hava seinastu 25 árini vunnið sær nógvar fjepparar. Seinnu árini hevur bólkurin ikki verið so virkin m.a orksaka av, at Michael Falck hevur arbeitt nógv sum einstaklingur og sum sjónleikari.