Matstaðið, ið áður var kent sum Báran, letur nú upp í nýggjum og stásiligum hami og hevur fingið navnið Messan Hósdagin klokkan 15 letur Messan í Vági upp. Talan er um varisliga byrjan, tí um vikuskiftið verður alt endaliga fingið á pláss og allar vørur fingnar í hús. Men opið verður hósdagin klokan 15 og talan er um eina stóra broyting á grillstovuni, ið áður nevndist Báran, men sum nú er fríðkað og eitur Messan og er matstova í flokki við tær av betra slagnum. Vøkur borð eru sett upp og eru sett í bás fryi seg, so matur kann njótast í friði og hugna.
Til ber eisini at keypa sær grill og er pláss sett av til tað eisini. Eisini er krókur við sjónvarpi
til børnini.
Stórskíggi og sjónvarpskanón eru eisini til taks í hølunum.
Opið verður grandisdagar frá klokkan 11 til 22 og á matarlepanum er dagsins rættur og á kvøldi a?lacarte, umframt vanligur grillmatur.
Almenn móttøka verður mánadagin 7. mai klokkan 16 í samband við, at Messan nú er opin.










