Síðani fyrst í árinum hevur matstovan Messan í Vági ikki verið regluliga opin, men í gjár lat Messan upp aftur Tað er Jónfríð Hjelm, ið nú letur Messuna upp aftur.
Opið er allan dagin. Á degi fæst kaffi og køkur, og døgurði er frá klokkan 12:00 til 14:00.
Á kvøldi er A la Carte: køkurin er opin frá klokkan 18:00 til 22:00, og grillin frá klokkan 17:00.
Fríggjadag og leygardag er tó opið til klokan 23:00.
Jónfríð Hjelm sigur, at bæði størri og smærri ferðaløg eru vælkomin, og yvirhøvur fær kundin tað, ið hann biður um.
Barnarættir eru eisini á matkortinum, og lítið spælirúm við sjónvarpi er eisini til børnini.
Umframt hevur Messan sera hugnaliga terassu í vestara enda, har sólargangurin er góður.










