Ungdómsblaðið Mess flytur í nýggj høli á Niels Finsens Gøtu 22 í miðbýnum í Havn og lanserar í sama viðfangi nýggja ungdómsportalin mess.fo - Hetta skal víðka um okkara arbeiði og gera okkum sjónligari millum ung, sigur Rógvi Róin, stjóri í Mess Media, ið er fyritøkan aftanfyri Mess.
- Vit hava fingið nýggj skrivstovuhøli, har tað er pláss fyri øllum, og tískil kunnu vit á MESS nú vísa, hvørji vit eru: eitt gott ungsdómsblað, sum ung hava skrivað, fyri ung.
- Mess-skrivstovan verður opin mándag til fríggjadag frá klokkan 13.00 til 18.00. Og fyri at vit kunnu koma enn nærri at lesaraskaranum, og lesaraskarin kann koma nærri at okkum, lansera vit eisini heimasíðuna mess.fo. Vit flyta okkum frá at vera eitt ungdómsblað til eisini at vera ein miðdepil fyri føroyskan ungdóm.
- Mess.fo nøktar tørvin hjá bæði teimum yngru, ungu og eldru. Alt frá altjóða hendingum til kærleikstrupulleikar til tónleikatíðindi til ítrótt verður at lesa á henni. Síðan letur upp fyri speiskum og/ella stuttligum viðmerkingum frá brúkarunum á spildurnýggja blogginum. Okkara ungu, men dugnaligu blaðfólk fara eisini at krydda bloggin við evnum, sum kanska ikki hoyra heima í almennum dagsljósi, men heldur á myrka alnetinum. Harumframt vera heimagjørdir filmar og samtalur við bæði kend fólk og fólk á gøtuni at síggja á mess.fo, sigur Rógvi Róin frá.
Skrivstovan hjá Mess letur upp týsdagin 17. mars, sama dag sum nýggjasta blaðið kemur út.