Heimsheilsustovnurin WHO ávarar nú um, at ein meslingafarsótt er farin at gera um seg í Evropa, og at tað eru serliga fólk í Vesturevropa, sum eru smittað. Tí mælir WHO øllum londum í Evropa til at taka neyðug fyribyrgjandi stig.
WHO sigur, at teir fyrstu sjey mánaðirnar í ár vórðu 26.000 tilburðir av meslingum skrásettir í Evropa, og tað er næstan tríggjar ferðir fleiri enn í 2007. Níggju fólk eru deyð av sjúkuni í ár, og sjey teirra vóru eldri enn 10 ár.
Frakland er tað landið, sum er meinast rakt. Har staðfestu heilsumyndugleikarnir meiri enn 14.000 tilburðir av meslingum teir fyrstu sjey mánaðirnar í ár.










