Svenski metalbólkurin Meshuggah, sum eitt nú hevur framført á G! festivalinum, útgevur eina nýggja fløgur í Evropa tann 23. Mars.
Fløgan fær heitið Koloss, og sigur trummusláarin Tomas Haake soleiðis um fløguna:
-Sum altíð royna vit at flyta okkara tónleik á nýggja leiðir. Tað gera vit við hvørja fløgu, og vit halda, at tað hevur eydnast ótrúliga væl við Koloss. Ógvusligir tónar á tí íalt 54 minuttir longu metalfløguni, sum veikar sálir allarhelst skulu halda seg frá, sigur hann við gaffa.dk.
Meshuggah gav sína fyrstu fløgu út í 1989, og fekk tann fløgan sama heiti sum bólkurin. Síðani eru trettan ymsar fløgur komnar frá bólkinum, og tann seinasta eitur Alive, og er hon frá 2010. Bólkurin fekk sítt gjøgnumbrot í 1995, tá ið teir góvu út fløguna Destroy, Erase, Improve.
Hetta veit gaffa.dk í dag.