G! hevur kunngjørt fyrsta navnið til komandi festivalin, og tað er ikki eitt av teimum lítlu nøvunum, fyrireikararnir borðreiða við. Svenski tungmálmsbólkurin Meshuggah spælir í Gøtu í summar og tað eru tað mong í Føroyum, sum fegnast um.
Eitt nú sigur Eddie Jacobsen í SIC við heimasíðuna hjá SIC, at Meshuggah telist millum teir bólkarnar, sum hava havt størst týdning fyri hann seinastu 15 árini.
- Genialt, svakt, intenst, skitzofreniskt, vakurt, komplekst. Heilt egið og púra svakt genialt, er hansara lýsing av Meshuggah.
Eisini endurgevur heimasíðan hjá G! Rolling Stones Magazine og Alternative Press fyri at skýra Messhuggah millum mest týdningarmiklu bólkarnar innan trash og metal tónleikin.
Meshuggah byrjaðu at spæla í 1987, gjørdu av álvara vart við seg í 1995, tá teir góvu fløguna Destroy Erase Improve út. Síðani eru fimm útgávur komnar aftrat, fimm EP og fleiri sjónbandaløg. Hóast mongu útgávurnar er Messhuggah betri kendur sum ein frágera góður live-bólkur, sum ikki er bangin fyri at bróta upp úr nýggjum.