Kanslaravalevnið hjá CDU, Friedrich Merz, sigur, at hann vil skipa stjórn saman við javnaðarflokkinum SPD í Týsklandi.
- Saman við Javnaðarflokkinum eru vit í tí støðu, at vit kunnu skipa stjórn. Og tað er júst tað, vit ynskja, segði hann á tíðindafundi, sambært tíðindastovuni Reuters.
Konservativi CDU-flokkurin fekk saman við bayerska systurflokkinum, CSU, 28,6 prosent av atkvøðunum á valinum í gjár.
Hetta ger flokkin til tann størsta í samveldistinginum.
Næststørsti flokkur eftir valið í gjár er tilflytarakritiska Alternativ fyri Týskland (AfD), sum fekk 20,8 prosent av atkvøðunum. Hetta er ein tvífalding í mun til seinasta val í 2021.
Olaf Scholz, kanslari, og flokkur hansara, SPD, fingu 16,4 prosent av atkvøðunum. Hetta er ringasta valúrslitið í søgu floksins.
Friedrich Merz sigur í dag, at samráðingarnar um at skipa stjórn byrja innan komandi dagarnar og vara nakrar vikur.
Týdningarmestu evnini verða uttanríkispolitikkur, fólkaflyting og búskapur, stendur í henni.
/Ritzau/










