Arsenal fær ein nýggjan liðskipara í Premier Leaague komandi kappingarárið. Tað verður 31 ára gamli, týski verjuskansin, Per Mertesacker, sum verður liðskipari hjá Arsenal komandi kappingarár. Hetta var í dag staðfest í einari almennari fráboðan hjá Arsenal.
Per Mertesacker hevur spælt yvir 200 dystir fyri Arsenal í Premier League, FA Cup, Liga Cup og í Champions League kappingini.
Spanski miðvallarin, Mikel Arteta var liðskipari hjá Arsenal farna kappingarár, men hann er nú givin at spæla fótbólt á hægsta støði. Varaliðskipari hjá Arsenal komandi kappingarár verður Laurent Koscielny, og eru bæði Per Mertesacker og Laurent Koscielny skaddir ella hava leikbann, so verður tað kekkiski málverjin, Petr Cech, sum verður liðskipari hjá Arsenal.
Premier League kappingarárið hjá Arsenal byrjar við einum stórum klassikkara. Sunnudagin 14. august klokkan 16 tekur Arsenal ímóti Liverpool á Emirates leikvøllinum í norðara partinum av London.