Merseyside Derby fyri 178. ferð

Málslúkurin hjá Liverpool, tann spanski Fernando Torres er nóg væl fyri, eftir at hava leikt við spanska landsliðnum ímóti Italia farna mikukvøld. Javier Mascherano hevur leikbann. Ivamál er um Steve Finnan. Andy Johnson er ivasamur fyri Everton. Umframt at verða dystur nr. 178 millum Liverpool og Everton í liguni, so er eisini talan um eina ?finalu? um tað sera týdningarmikla fjórða plássið í Premier League, sum gevur møguleikan at leika seg í Champions League-bólkaspælið. Everton hevur bara vunnið 2 av teimum síðstu 16 innanhýsis dystunum ímóti Liverpool.