Merle Haggard er farin

Countrystjørnan Merle Haggard andaðist í dag, á føðingardegi sínum, 79 ára gamal. Deyðsorsøkin eru fylgisjúkur av lungnabruna, sigur CNN.

 

Gjøgnum yrkisleið sína, sum vardi frá sekstiárunum til tíggjuni, hevði Merle Haggard fleiri enn 30 løg ovast á tónleikatindinum í USA. 

 

Sum ungur var hann kriminellur og sat millum annað í fongsli í San Quentin eitt tíðarskeið. Hann var ein av áhoyrarunum í fongslinum eina ferðina, Johnny Cash hevði eina konsert í San Quention. Hansara harða fortíð gjørdist partur av hansara tónleikaligu ímynd.

 

Hann var enn virkin sum tónleikari, og skuldi eftir ætlan hava eina konsert í Missouri í annaðkvøld. 

 

Millum størstu hittini hjá Merle Haggard eru sangir sum Okie from Muskogee og The Fightin' Side of Me.