Merkur ferðast tvørtur um sólareygað

Aftur eitt sermerkt himmalfyribrigdi, sum tó krevur serliga útgerð at síggja.

Seinnapartin verður aftur eitt sjáldsamt fyribrigdi at síggja á himli. Frá klokkan 12.12 fer nevniliga Merkur at ferðast tvørtur um sólareygað. Ferðin fer at taka eini sjey og ein hálvan tíma. 

 

Sagt verður, at hetta er eitt heldur sjáldsamt fyribrigdi, sum hendir 13 ella 14 ferðir hvørja øld. Næstu ferð Merkur ferðast tvørtur um sólareygað verður í 2019 og og so verður næsta aftur í 2039.

 

Tað, sum ger hesa ferðina so sermerkta er longdin. Vit mugu bíða í 125 ár til næstu ferð ein so long ferð verður at síggja tvørtur um sólareygað. 

 

Tað eru einans Merkur og Venus, sum eru millum okkum og sólina, og tí eru tað einans hesar báðar gongustjørnurnar, sum gera slíkar ferðir, sæð frá okkara sjónarhornið. 

 

Seinast vit á jørðini sóu Merkur fara tvørtur um sólareygað á hendan hátt var í 2006, og seinast vit høvdu møguleikan at síggja tað her í Føroyum var í 2003.

 

Ferðin byrjar sum nevnt klokkan 12.12. Klokkan 15.57 er Merkur komin longst inn á sólareygað og klokkan 19.42 fer Merkur av sólareyganum aftur. 

 

Tað er tó sera vandamikið at hyggja eftir fyribrigdinunum við berum eygum, umframt at tað er ósannlíkt, at ein fær eygað á Merkur, so lítil er hon samanborið við sólina. Ei heldur er nokk at nýta sólarmyrkingarbrillur, tí Merkur fyllir ov lítið á sólareyganum. Ein skal undir ongum umstøðum hyggja eftir fyribrigdinum gjøgnum kikara.

 

Besta boðið, um ein trygt vil síggja ferðina hjá Merkuri, er at varpa sólina á ein skerm gjøgnum ein kikara. Tá skal kikari peikast móti sólini (men hygg ikki gjøgnum kikaran!) og síðani heldur ein einum hvítum arki aftan fyri kikaran. Broyt frástøðuna millum kikaran og arkið somikið, at sólareygað gerst passaliga stórt á arkinum. Skerpingin kann broytast á kikaranum. Hetta riggar tó einans við linsukikara og ikki prismukikara.

 

Hevur ein ikki slíka útgerð, kann ein fylgja við á ymiskum heimasíðum, sum her og her.

 

Vónirnar at síggja Venus gera somu ferð eru tó smáar hjá øllum okkum, ið eru á lívi í dag. Næstu ferð Venus ferðast tvørtur um sólareygað á hendan hátt er í 2117 og síðani aftur í 2125.