Merktur toskur afturfunnin

Tann 25. januar 2006 fiskaði línuskipið Eystnes ein sera áhugaverdan tosk. Teir vóru staddir vestan fyri Mykines og fiskaðu við línu, tá teir fingu ein tosk, sum var merktur við einum sokallaðum goymslumerki, ið er heft á toskin, so til ber at skráseta ymiskt á leiðini, har toskurin svimur.

GRANSKING
 
Goymslumerkið sat inni í búkholuni, og ein gulur gummitráður stakk út úr einum holi, soleiðis at tað sást, at fiskurin var merktur, veit heimasíðan hjá Fiskirannsóknarstovuni at siga. Goymslumerkið skrásetur hita og dýpi fleiri ferðir um dagin.
Toskurin varð merktur 20. mars 2004 í Vágahavinum vestur úr Trøllhøvda á 114 metra dýpi í sambandi við gýting. Merkingarroyndir vísa annars, at toskur, sum gýtir í Vágahavinum, hevur eitt útbreiðsluøki, sum røkkur frá Munkagrunninum til økið vestan fyri Mykines. Hesin toskurin við merki M4726 var tí fiskaður í útjaðaranum á útbreiðsluøkinum.
Í skrásetingunum hjá goymslumerkinum sæst, at toskurin fáar vikur eftir merking fór niður á umleið 170 metra dýpi og helt seg har meginpartin av tíðini. Hann gjørdi tó nøkur rend niður á 200-250 metra dýpi.
Tá gýtingin í 2005 var fyri, helt toskurin seg á umleið 140 metra dýpi, sum er nakað djypri enn vanlig gýtingarleið, ið er 90-120 metrar. Eftir gýting fór hann aftur niður á umleið 170 metra dýpi eins og árið fyri. Roknast má við, at hann hevur verið í økinum vestan fyri Mykines alla tíðina.