Rættiliga stórur áhugi hevur verið á In.fo fyri stóra kalvanum, sum Daniel Jóhannsson fekk við tráðu í ferðavinnubáti í Lofoten nú um dagarnar. Tá fólk leita sær til Lofoten at frítíðarfiska, er tað serliga kalvi, sum kann gera túrin ógloymandi.
Kalvin, sum Daniel Jóhannsson fekk henda dagin, var 2, 46 metrar langur og varð eftir hesum máti mettur at viga 209,7 kilo. Tað er ein ordans risi at fáa á tráðu, og hetta noyddist Daniel Jóhannsson eisini at sanna.
Meðan hann stríddist við at draga, og kalvin á triðja sinni fór við dorgini niður á botn, bað hann um, at onkur kappaði dorgina. Men, í staðin fyri at kappa dorgina, fóru øll, sum vóru í bátinum, at hjálpa manninum við tunga dráttinum.
Tá kalvin umsíðir varð fingin at borði, varð hann merktur við einum sonevdum ID-nummarið hjá norska Havgranskingarstovninum. Í Noregi halda tey tað vera týdningarmikið, at ein so stórur og flottur fiskur verður settur út aftur, tí tey meta, at tað er gott fyri kalvastovnin.
Síðan In.fo endurgav Fiske Avisen fyri hesa greinina, hava fleiri viðmerkt, at hetta ikki er størsti kalvi, sum er veiddur, og sjálvandi er tað rætt. Tað er eisini munur á at veiða kalva við línu ella troli - og við tráðu. Men, hetta er sambært norðmonnum størsti kalvi, sum er vorðin ID-merktur og sleptur livandi útaftur.
Tað eru kalvar veiddir, sum eru størri enn hesin, og tað eru skip og bátar, sum hava fingið kalvar í trolið ella á línu, sum hava vigað meira enn hesin. Ein lesari hjá www.fiskeavisen.dk sigur, at hann einaferð hevur sæð ein kalva á fiskavirkinum í Klaksvík, sum vigaði 315 kilo.