Merktu hvalirnir eru nú vestan fyri Mykines

Mikudagin vórðu vórðu sendarar festir á fýri hvalir í eini lítlari grind, ið varð funnin norður úr Vágoy, og rikin inn á sandin í Bø.

 

Grindin var bara upp á 15 hvalir, so avgjørt var, at hon skuldi ikki drepast, men merkjast, so at hon kundu brúkast til vísindalig endamál.  Sostatt vórðu fylgissveinasendarar festir á fýra hvalir, áðrenn grindin varð rikin út aftur. 

 

Tjóðsavnið sigur, at í lýsingini í gjáramorgunin var grindin stødd suður úr Mykinesi, har fólk á landi eisini eygleiddu hana.  Síðani tá hevur grindin hildið kósina vesturyvir, og er komin nakrar fjórðingar vesturum Mykines. Í dag hevur hon ikki ferðast so langt, men hvalirnir eru eitt sindur spjaddari nú, enn teir vóru í gjár.

 

Fyrstu ferð, grind varð merkt, var í 2000, og hetta var sotatt sættu ferð at ein grind er merkt. Endamálið er at kanna ferðing og útbreiðslu hjá grind, ið kemur fram við Føroyum og at vita, hvussu stórt útbreiðsluøkið er.