Merkja vegirnar kring landið

Landsverk: Hesar komandi fýra vikurnar fara fólk frá Landsverki at halda fram við arbeiðinum at merkja vegirnar kring landið.

Hesa vikuna verður fyri tað mesta arbeitt í Vágum, m.a. í Miðvági, meðan teir í næstu viku fara til Suðuroyar, har eitt av arbeiðunum er við nýggju ferjuleguna í oynni.
Í hesum sambandi fara teir at merkja ferjuleguna, eins og teir skulu gera tørvandi kantmerkingar í oynni, samstundis sum tunlarnir skulu málast á øðrum sinni.
Seinni í mánaðinum í viku 38 verður farið at merkja liðugt á landsvegunum á Kalsoynni, og vikuna eftir verður farið niðan á Oyggjarvegin á Streymoynni.
Arbeitt verður somuleiðis ymsa staðni í Eysturoynni, m.a. við rundkoyringarnar á Norðskála og í Runavík, verður upplýst frá Landsverki.