Merkja neyvan nakað

- Vit flyra so mikið lítið av farmi til Íslands framman undan, at vit neyvan fara at merkja nakað til kreppuna í Íslandi, sigur John Frandsen, skrivstovustjóri hjá Smyril Blue Water

- Vit flyta ikki serliga nógvan farm til Íslands. Tað allarmesta fer um Reykjavík á vesturlandinum, og Norröna siglur sum kunnugt upp á Seyðisfjørð á eysturlandinum, sigur John Frandsen, skrivstovustjóri á Smyril Blue Water.

Tað hevði sjálvandi latið seg gjørt at flutt um Seyðisfjørð til Reykjavík, men koyringini Íslandi er so mikið dýr, at tað als ikki loysir seg.

- Túrurin í næstu viku er hin seinasti í ár, og næstu fýra mánaðirnar sigla vit sostatt ikki upp á Ísland, so eg rokni neyvan við, at vit fara ar merkja kreppuna yvirhøvur, sigur John Frandsen.

Hann sigur, at teir ikki merktu nakran mun á fraktini í síðstu viku, og hvussu tað verður komandi viku veit hann ikki.

- Tað kann jú vera, at tað standa nakrir bilar og bíða í Seyðisfirði. Tað hoyrist jú, at tað ber til at fáa bíligar bilar í Íslandi í hesum døgum. Trupulleikin er bara tann, at talan er um sera stórar og bensinslúkandi bilar, so spurningurin er, hvussu bíligt tað verður í longdini, sigur John Frandsen.

Um nakað so fer at merkjast, tá Norröna tekur upp siglingina til Íslands aftur, kann bara tíðin vísa.