Vestmanna
Tølini, sum vísa skattainntøkurnar hjá Vestmanna kommunu fyrstu fýra mánaðirnar í ár, benda ikki á, at bygdin er rakt av arbeiðsloysi. Tvørtur ímóti er líkt til, at vestmenningar sum heild hava nóg mikið at taka sær fyri.
Borgarstjórin í Vestmanna kommunu, Karl A. Olsen, heldur ikki, at tey síggja nakað serligt til arbeiðsloysi í bygdini.
- Eg skal ikki siga, at eg ikki havi hoyrt um onkran vestmenning, ið hevur arbeitt aðrastaðni, sum er vorðin arbeiðsleysur. Vit vita eisini, at virksemið hjá byggivinnuni er minkað, tó at timburmeistarar kortini framvegis hava nakað at gera, men eg haldi ikki, vit kunnu siga, at okkara bygd higartil er rakt av arbeiðsloysi.
Koma til bygdar
Borgarstjórin vísir á, at fleiri fólk koma úr øðrum bygdum til Vestmannar at arbeiða, eitt nú til fiskavirkið hjá Faroe Seafood, sum vísir seg at hava nógv virksemi.
- Haraftrat hevur tað altíð verið soleiðis, at nógvir avbygdarmenn eru við skipunum, sum eru heimahoyrandi her hjá okkum.
Hann heldur tó ikki, at vestmenningar ganga arbeiðsleysir av hesi orsøk.
- Nei, eg haldi, at tey allar flestu hava nóg mikið at taka sær fyri, og herfyri byrjaði Atlantis eisini at arbeiða gulllaks aftur. Hetta er vertíðararbeiði, sum er í gongd í summarhálvuni.
Stór ferðavinna
Karl A. Olsen vísir á, at umframt alt fólkið, sum starvast í fiski-og framleiðsluvinnuni og øðrum vinnum við tilknýti til hesar, ganga vestmenningar eisini frammarlaga í ferðavinnu.
- Ferðavinna hevur eisini nakað av tænastuvinnu við sær, og soleiðis hava vit eisini støð á landi, sum veita útlendingum og føroyingum, sum dáma at ferðast, nøkur tilboð.
Borgarstjórin leggur aftrat, at í Vestmanna er stórur skúli við framhaldsdeild, fiskivinnuskúli og arbeiðspláss eru eisini á eldrasambýli og dagstovni.
- Men, sum eg nevndi í áðni. Her er nógv virksemi til okkara egnu borgarar, umframt at stórt tal av fólki, sum býr aðrastaðni, eisini hevur sítt livibreyð í Vestmanna, sigur Karl A. Olsen.