Tær báðar Laura Mary Jacobsen av Kirkju og Kirstin Eliasen av Toftum lesa báðar á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Tær ganga á triðjá ári og skulu gera endaligu BS-uppgávuna.
Tær hava valt at skriva um gráspurvar í Føroyum, og tær hava fingið 18 vikur at gera verkætlanina.
Ætlanin er millum annað at kanna nærri, um talið av spurvum er tengt talinum av húsum. Tað er greitt, at spurvar eru tengdir at fólki og eru bara at síggja í bygdum øki. Spurvar verða ikki sædddir uttanfyri bøgarðarnar.
Eisini er ætlanin at kanna ferðamynstrið hjá spurvum nærri. Í hesum sambandi skulu nakrir fuglar ringmerkjast, men hetta verður bara í økjum í Havnini.
Tær eru longu farnar undir at telja og ringmerkja spurvar. Ætlanin er at fara runt til allar bygdirnar í Føroyum at telja, og tær hava longu vitjað nærum hálvthundrað bygdir higartil og talt gráspurv.
Ætlanin var at ringmerkja 200 spurvar, men hetta fer neyvan at eydnast vegna tíðartrot. Ringmerkingarnar fara soleiðis fram, at hvør spurvur fær ein stálring við nummari á. Harumframt plastringar við ymiskum litsamansetingum, ið eyðkenna tann einstaka fuglin.
Tær báðar lesandi heita á fólk um at hava spurvarnar í huga og at siga frá, um fólk síggja nakrar av teimum ringmerktu fuglunum. Til ber at hyggja eftir litunum á beinunum á gráspurvunum og síðani siga frá. Ringjast kann á numrini 254877, 315230 ella 255937.
Nýggjur fuglur
Gráspurvur varð sæddur fyrstu ferð í Føroyum í 1900. Rættilig menning av stovninum sást tó ikki fyrr enn 1935 í Vági í Suðuroy. Síðani hevur stovnurin spjatt seg við javnari ferð kring oyggjarnar. Mynstrið er tó sera áhugavert, tí næsta plássið, sum fær gráspurvin, er Svínoy í 1944. Hann var eisini sæddur í Klaksvík um somu tíð.
Í Tórshavn kom gráspurvurin ikki fyrr enn í 1946, og á Sandoynni og í Skúvoy sást hetta fuglaslagið ikki fyrr enn í fimmti- og sekstiárunum. Í Sumba, sum er grannabygd hjá Vági, var spurvur ikki at síggja fyrr enn í fimmtiárunum.
Áhugavert er at fylgja hesi gongd,og við hesi kanningini kann meira fáast at vita um gráspurvar í Føroyum.









