Merkist ikki á Eiði, men í Sørvági og Klaksvík

- Vit hava havt nóg mikið at gera higartil, men nú er heldur minni fiskur á marknaðinum,siga tey á Eiði.

Fiskivinna

Á Norðís Seafood á Eiði hava tey higartil í ár havt nóg mikið at gera, men nú er líkt til, at heldur minni fiskur er á marknaðinum. Enn hevur hetta tó ikki bilað, og arbeiði hevur verið hvønn dag á virkinum, men óvist er, hvussu verður komandi dagarnar.
- Vit keypa onga heila last, og vit landa ongan bát her norðuri. Allur fiskurin, sum verður arbeiddur, verður keyptur um uppboðssøluna, siga tey á Eiði.


Merkist í Klaks-
vík og Sørvági

Norðís Seafood arbeiðir í neyvum samstarvi við salfiskavirkini, Sammut í Klaksvík og Vestísí Sørvági.
- Vit hava lítið og einki merkt til verkfallið her norðuri, men bæði í Klaksvík og í
Sørvági kemur verkfallið illa við, tí eingin fiskur kemur av meginlandinum.
Á Norðís Seafood arbeiða tey serliga línufisk, og tí merkist tað á rávørutilgongdini, tá ið vánaligt veður og vánaligur streymur er.
- Vit hava havt nóg mikið at gera, og nú fáa vit at síggja, hvussu verður næstu dagarnar, siga tey á Norðís Seafood.