Palli hevur verið ein merkismaður. Sum ungur hevði hann bilar saman við pápa og beiggja sínum. Tað var ikki altíð sum at siga tað. Oyggin var avstongd, bilar vóru ikki fluttir millum oyggjarnar tá sum nú, so alt viðlíkahald og umvælingar mátti gerast í bygdini við lítlum og ongum amboðum. Ein dugir nú at síggja, hvat kolosalt arbeiði varð lagt í at fá tað at ganga. Glintið var altíð at hoyra úr bilskúrinum, bæði tíðliga og seint. Eitt ið sermerkti bilarnar, var hvussu væl teir vóru hildnir. Ikki mundi altíð tímalønin vera so stór og var hann tí onkuntíð til skips innímillum.
Seinni skifti hann arbeiði og var vegmaður; men av ringari heilsu helt hann uppat við hesum og varð síðani skriv-stovumaður í nógv ár.
Nógv ogn var í húsinum, og hevur hann havt stóran áhuga fyri seyði. Hann var hagstýrisformaður fyri Dalin og dugdi sera væl at skipa fyri øllum tí ið hoyrdi til hetta. Hagin var í góðum hondum.
Palli hevur haft stóran áhuga í samfelagnum og eisini bygdasamfelagnum. Verið livandi í tí sum fyrifórst, hevur dámt væl føroyskan dans og fingið dans at gingið. Í bygdarráðnum sat hann í nógv ár. Tað var ikki altíð so lætt. Hann hevur havt sína avgjørdu meining og sagt hana viðhvørt alment í lesarabrøvum. Hann hevur verið ein trivaligur maður, tað sæst best á hansara vælumsitna búna á Sævarangi.
Júst nú hevur hann fingið eina bók um staðanøvn í Skálavík útgivna. Hetta er eitt vælaverk, sera áhugavert, og væl úr hondum greitt. Bókin er ein stórur skattur fyri bygdina, ið kann vera stolt av henni.
Undirritaða hevur hann mangan verið góður í ráðum og altíð rætt eina hjálpandi hond, tá á hevur staðið. Hetta hevur alt verið í tí stilla.
Hjartaliga tillukku og bestu ynskir.
Bjarni