Merkisdagar í Norðurlandahúsinum

Leygardagin heldur danski rithøvundurin Jens Smærup Sørensen fyrilestur Í Norðurlandahúsinum um ritverk sítt , við serligum atliti til seinastu skaldsøgu sína ?Mærkedage?

Bókin Mærkedage er ein ættarliðsskaldsøga um tvær týðandi familju í Staun, heimbygdini hjá høvundanum. Søgan verður søgd við støði í eini konfirmatión í 1934, einum silvurbrúdleypi í 1967 og einum 60 ára føðingardegi í 2003.

Við støði í hesum trimum merkisdøgunum, snarar skaldsøgan kring skiftið frá gamla bóndasamfelagnum til nútíðar vælferðarsamfelagið.

Mærkedage er higartil heiðrað við: De Gyldne Laurbær 2007, Weekendavisens litteraturpris 2008, DR Romanprisen 2007. Hartil hevur skaldsøgan verið innstillað til Norðurlendsku bókmentavirðislønina 2007 og Danske Banks Litteraturpris 2007.

Jens Smærup Sørensen er føddur í Staun í 1946. Hann gav út sína fyrstu skaldsøgu At ende som eneboer í 1972 og fekk Det Danske Akademis ´Lille Pris´, Otto Gelsted-Prisen fyri hana. Eftir útgávuna av skaldssøguni Katastrofe fekk hann Kritikerprisen og fyri alt ritverkið sítt Det Danske Akademis Store Pris í 1990.

Hartil hevur hann eisini skrivað fleiri skaldsøgur m.a. Byggeri (1975), Skoven nu (1978), Mit danske kød (1981), En musikers bestemmelse (1982), Kulturlandsbyen (1996), Astrid (2004) og Mærkedage (2007).

Fyrilesturin í Norðurlandahúsinum verður leygardagin klokan 15. Tiltakið er ókeypis.